30-11-2014 |

Kvinnurnar vunnu - menninir taptu tepurt

Kyndilskvinnur vunnu 22-21 á VÍF í Vestmanna í dag í einum sera jøvnum dysti, har VÍF eitt skifti var á odda 16-11 í seinna hálvleiki. Menninir spældu eisini ein góðan dyst, men gjørdust ov stuttir ímóti endanum. Úrslitið gjørdist 26-23 til VÍF eftir 13-13 í hálvleikinum. Finnur Hansson reisti seg væl og virðiliga aftur, og Rógvi Dal Christiansen var ein brandur á strikuni

 
Kvinnurnar
Góður stríðsandi og stór mental styrki hevði við sær, at eydnan vendi hjá kyndilskvinnum, sum at enda vunnu ein sera týdningarmiklan sigur í oddastríðnum. Verjan var fyrimyndarliga góð, og at mansverja Liljuna hjá VÍF í seinna hálvleiki var taktiskt sera klókt. Men kyndilskvinnur hava avbjóðingar í álopinum. Spælið verður støðugt trýst inn ímóti miðjuni, har bakkar og miðja spæla og spæla nógv eftir liðini, meðan vengurnir bara mugu hyggja at. Tá spælið hendinga ferð verður breitt, skora vengurnir, men tað er ov sjáldan. Verandi spæl leggur ov nógva ábyrgd á eitt nú Onnu Brimnes, sum í dag fekk tvey mál í opnum spæli, men annars skeyt sjey góð brotskøst í netið. Bára skeyt fimm mál, Turið og Marianna trý hvør, og Gudrun og Randi skutu eitt hvør. Kyndilskvinnur eru nú á 2. plássi eitt stig eftir Neistan

Menninir
Menninir høvdu vunnið fimm dystir á rað fyri dystin í dag, og leingi var líkt til, at teir kundu fáa stig heim við sær úr Vestmanna. Í hálvleikinum var 13-13. Verjan stóð stinn í fyrra hálvleiki, samstundis sum álopið var heilt ok. VÍF spælir eitt vet skjótari enn onnur lið í kappingini, og hetta kostaði 4-5 ferðir í dystinum. Kyndilsmenn vóru ikki heilt til reiðar summar løtur, tá fríspælingar loystu verjuna upp, men annars sá tað mesta gott út hjá Kyndli. Finnur Hansson hevur havt tað trupult í seinastuni og skotið fá mál. Í dag sóust tey góðu høggini og sjálvsálitið aftur. Finnur skoraði sjey ferðir. Rógvi Dal Christiansen telist millum bestu strikuspælarar í landinum. Hann skorar sera trygt og skeyt í dag seks mál. David varð væl vardur, men skeyt fýra mál. Bjarni varð lítið brúktur, og tað kostaði kanska ov nógva orku hjá Julian. Nógv gott kann tó takast við til næsta dyst, og kyndilsmenn eru nr. 2 í deildini, um teir so standa á 15 ella 13 stigum. Tað merkir, at teir kunnu avgera sína lagnu sjálvir.

Aftur