30-11-2014 |

Dómur tekur onga støðu til mismun

Dómsnevndin hevur í skrivi boðað frá, at hon staðfestir avgerðina hjá Aganevndini um, at 1. manslið hjá Kyndli skal tapa dystin ímóti Team Klaksvík, tí eitt spæliloyvi ikki var upp á pláss. Kyndil kærdi avgerðina, tí felagið kendi seg at vera fyri umsitingarligum mismuni, m.a. tí felagið ikki fekk fráboðan frá HSF um ólógligan spælara, sum hevur spælt ímóti Kyndli fyrr í ár, men tað viðger Dómsnevndin ikki

Í avgerðini hjá Dómsnevndini verður bara víst á, at Rune Olsen spældi við ongum spæliloyvi ímóti Team Klaksvík 28. september, og at tað er ikki loyvt. Tí staðfestir nevndin avgerðina hjá Aganevndini. Haraftrat sigur nevndin, at allur spurningurin um tann umsitingarliga eftirlitspartin hjá HSF liggur uttan fyri hennara málsræði. Í niðurstøðuni skrivar Dómsnevndin:

"Tað liggur uttan fyri málsræðið hjá Dómsnevndini at taka avgerð um, hvussu HSF skipar sítt virksemi annars, herundir eisini eftirlitsvirksemi, í sambandi við leikaraloyvir. Um so er, at feløgini ikki eru nøgd við mannagongdir hjá HSF hesum viðvíkjandi, er tað eitt mál, sum eigur at verða tikið upp við nevndina og aðalfundin hjá HSF."

Hetta sigur Dómsnevndin, tí í kæruni vísti Kyndil á, at HSF-umsitingin hevur framt mismun í sínum eftirlitsvirksemi. Umsitingin boðaði Team Klaksvík frá viðurskiftunum kring Rune Olsen, hóast kappingarreglurnar siga, at feløgini sjálv skulu gerast varug við tílík viðurskifti, men tá ólógligur spælari spældi við 1. deild hjá StÍF ímóti Kyndli á Skála 4. oktober, har Kyndil tapti 31-26, fekk Kyndil onga fráboðan frá HSF.

Av tí, at HSF-umsitingin bað Team Klaksvík kæra, men læt vera við at geva Kyndli kærumøguleika eftir dystin á Skála, vísti Kyndil í kæruni á, at umsitingin í ár hevur broytt atferð viðvíkjandi eftirliti eftir ósamtyktum meginreglum, sum ongin kennir, og at eftirlitið er tilvildarligt og fremur mismun. Tíverri tekur Dómsnevndin ikki støðu til hetta avgerandi málið, men dømir bara Kyndil at tapa ímóti Team Klaksvík.

Við avgerðini hjá Dómsnevndini er álitið á HSF-umsitingina ikki endurreist, og framvegis er ógreitt, hvørjar meginreglur eru galdandi fyri hennara eftirlit. Kyndil førdi eisini í kæruni fram, at umsitingin í løtuni kann gera, sum hon vil. Hon kann kanna summi feløg gjølla og lata vera við at kanna onnur feløg. Tað ber ikki til, heldur felagið. Mismunur má ikki fremjast í umsitingini, og álitið á umsitingina má endurreisast við at skapa kendar meginreglur.

Kyndil mælti í kæruni til, at feløgini verða kallað saman á limafund at fáa staðfest, hvørjum meginreglum HSF-eftirlitið virkar eftir. Heldur ikki hetta uppskotið svaraði Dómsnevndin uppá, men nú nevndin hevur talað og í flestu førum onki sagt, eigur starvsnevndin hjá HSF at taka stig til limafund straks og fáa feløgini at gera av, hvørjum meginreglum eftirlitið hjá HSF virkar eftir. Tí tað veit ongin, og tilvildarligt eftirlit kann avgera kappingar!

----

Hetta var kæran hjá Kyndli til Dómsnevndina í fullari longd:

Kæra um úrskurð hjá Aganevndini um dyst A101

Aganevndin hevur í skrivi sent Kyndli 28. oktober boðað frá, at 1. manslið hjá Kyndli er dømt at tapa dyst A101 ímóti Team Klaksvík í Havn 28. september. Kyndil vann annars dystin greitt 32-18, og ivi var ongantíð um úrslitið.

Orsøkin til hesa niðurstøðu hjá Aganevndini er, at Kyndil skal hava brúkt ein spælara í dystinum, sum ikki hevði spæliloyvi. Spælarin, Rune Olsen, var inni á vøllinum í seks minuttir og hevði onga ávirkan á úrslitið.

Viðmerkjast skal, at 17 ára gamli Rune Olsen altíð hevur verið kyndilsspælari, men var farna kappingarár í Viborg á hondbóltsskúla. At fáa spæliloyvið flutt aftur til Kyndil var tí bara ein formalitetur.

Mansliðið hjá Kyndil fekk undan kappingarbyrjan fýra onnur spæliloyvir úr Danmark fyri ungar spælarar, sum hava verið burtur í hondbóltsørindum. Av eini misskiljing hildu venjararnir hjá Kyndli, at eisini loyvið hjá Rune Olsen var í lagi.

Av tí sama spældi Rune Olsen í stórsteypadystinum 21. september ímóti KÍF og aftur seks minuttir 28. september ímóti Team Klaksvík. Felagið var í góðari trúgv og ætlaði ikki á nakran hátt at bróta nakrar reglur.

Kyndil boðaði í hoyringsskrivi Aganevndini frá, at nevndin átti heilt at vísa kæruni frá Team Klaksvík um dystin 28. september frá sær, tí upprunaliga var tað ikki Team Klaksvík, sum kærdi dystin. Tað gjørdi umsitingin hjá HSF.

Løgið er, at Aganevndin váttar í sínum skrivi, at umsitingin visti um Rune Olsen. Hon hevði sæð hann spælt undan kappingini, sigur nevndin. Umsitingin gjørdi tó ikki vart við seg í tøkum tíma ella gav Kyndli eina áminning um hansara loyvi.

Ólóglig kæruhandling
Kyndil er av teirri fatan, at kappingarreglurnar heimila ikki, at HSF-umsitingin eftir egnum høvdi og sjálvsmíðaðum meginreglum brádliga í einum kappingarári fer at virka sum alfevnandi eftirlit í tílíkum málum.

Í grein 5.18 í kappingarreglunum stendur nevniliga soleiðis:

“Hendir tað eftir ein dyst, at leiðslan í einum felag kemur eftir, at ein spælari er brúktur ólógliga í viðkomandi dysti, kann mótmælast móti ávísa spælaranum innan tíggju dagar eftir, at dysturin varð leiktur.”

Henda regla kann ikki misskiljast. Feløgini skulu av sínum eintingum gerast varug við skeivleikar í dysti og kæra um teir. Verða tey ikki varug við nakran skeivleika innan 10 dagar, linkar revsingin frá taptum dysti til bót, um tey kortini kæra.

Tá HSF-umsitingin ímóti øllum galdandi siðvenjum legði seg út í dystin millum Kyndil og Team Klaksvík við at boða Team Klaksvík frá Rune Olsen, skundaði hon undir, at Kyndil skuldi missa stig og skaddi sostatt støðuna hjá Kyndli í kappingini.

Aðalfundurin hjá HSF hevur ongantíð givið skrivarunum hjá HSF heimild til at gerast virkin kærupartur í sambandi við dystir, og feløgini hava heldur onga fráboðan fingið undan kappingini um, at mannagongdirnar hjá umsitingini eru broyttar.

Av tí, at siðvenja hevur verið, at til ber at rætta misskiljingar umvegis skrivstovuna hjá HSF, sendi venjarin hjá Kyndli umsitingini umbøn um at fáa flutt spæliloyvið hjá Rune Olsen straks, tá hann skilti, at tað helst ikki var flutt úr Viborg.

Hendan ærliga og rættvísa handlingin kann ikki hava við sær, at umsitingin hálvan annan tíma seinni revsar venjaran við at kæra Kyndil til Team Klaksvík. Júst hetta hevur skatt okkara álit á HSF-umsitingina illa.

Havandi hesar grundgevingar og grein 5.18 í kappingarreglunum í huga er tað okkara greiða fatan, at kæruhandlingin, sum umsitingin tók stig til mótvegis Kyndli, eigur at verða dømd ógildug og tískil eisini alt kærumálið.

Hevði umsitingin ikki lagt seg út í málið, hevði Team Klaksvík ikki kært, og Aganevndin hevði ikki dømt Kyndil at tapa. Skal Kyndil yvirhøvur revsast, er ein bót tað allarmesta, sum kann koma upp á tal, ella ein átala.

Løgfrøðiliga grundreglan um proportionalitet, tvs. at sektin samsvarar við brotið, talar eisini í mesta lagi fyri bót ella átalu, tí Kyndil vildi ikki vinna sær fyrimun á nakran hátt við Rune Olsen, og talan var um eina misskiljing.

Skipað eigur eisini at verða fyri, at feløgini verða kallað saman á limafund at samtykkja, hvørjar heimildir umsitingin hevur, og hvørjum meginreglum hon virkar eftir. Avgerðin hjá feløgunum kann so staðfestast á aðalfundinum í juni.

Tá umsitingin tekur sær vald, sum aðalfundurin og reglugerðirnar ikki hava givið henni, kann ongin hava álit á, at hon fremur sítt arbeiði á rættvísan hátt og viðfer feløg eins. Í løtuni kann hon gera, sum henni lystir, og t.d. bara kanna summi feløg.

Tilvildin ræður
Nógv bendir á, at júst tilvildin ræður í umsitingini hetta kappingarárið. Hon kærdi Kyndil, tí hon helt seg hava skyldu til at boða frá ólógligum viðurskiftum, hevur HSF-skrivarin sagt við In.fo. Men umsitingin viðfer ikki feløg eins í tílíkum málum.

Eitt dømi, sum prógvar ólíkarættin í ósamtykta og ófráboðaða eftirlitsháttinum hjá HSF, er, at í dysti A203 millum StÍF og Kyndil í 1. deild á Skála 4. oktober spældi Teitur Nilssen við StÍF, hóast hann ikki hevði loyvi til tess.

Sami spælari spældi í Atlantic Airways-deildini í dysti A105 beint undan dystinum í 1. deild. Eftir regluni um ungdómsspælarar, sum kunnu flyta niður á hendan hátt, var Teitur Nilssen ov gamal at flyta niður í 1. deild og ólógligur.

Teitur Nilssen er føddur 28. oktober í 1993 og fyltur 21 ár áðrenn 1. januar hetta kappingarárið. Tað má hann ikki vera eftir kappingarregluni 2.12, og hann hevur onki undantaksloyvi. StÍF vann dystin ímóti Kyndli 31-26 - við einum ólógligum spælara.

Kyndil hevur ikki fingið fráboðan frá HSF um, at spælarin var ólógligur, og á hendan hátt fingið møguleikan frá umsitingini at vinna dystin. Hetta prógvar, at umsitingin fremur ólíkarætt og fyrisitur á tilvildarligan hátt.

Av tí, at 10 dagar eru farnir síðan dystin millum StÍF og Kyndil í 1. deild, hevur Kyndil nú ongan kjans at vinna dystin. Men StÍF kann fáa bót. Kyndil hevur sostatt ikki fingið somu møguleikar frá HSF, sum Team Klaksvík fekk frá HSF ímóti Kyndli.

Hetta og hinar grundgevingarnar í hesum skrivi halda vit styðja uppundir, at kærumálið hjá Team Klaksvík, sum HSF-umsitingin tók stig til, verður ógildað, og at úrslitið 32-18 til Kyndil verður standandi. Í mesta lagi kann bót koma upp á tal.

Samanumtikið
Í Kyndli harmast vit ómetaliga nógv um, at vit skulu verða noydd at stríðast í kærumálum við sjálva umsitingina hjá HSF, tí umsitingin er sett í verðina at tæna feløgunum og ikki at gera seg inn á tey.

Av tí, at HSF-umsitingin er okkara beinleiðis mótpartur í málinum, verður hetta skriv sent Dómsnevndini við áheitan um, at skrivarin hjá nevndini verður lýstur ógegnigur og óvirkin í viðgerðini, tí hann er upprunin til kærumálið.

Eftir samskiftinum frá Aganevndini til Kyndil at døma hevur nevndin ikki lýst skrivaran ógegnigan. Kyndil átalar, at okkara mótpartur hevur fingið fyrimun av at vera virkin partur í viðgerðini í Aganevndini.

Samanumtikið førir Kyndil fram:

1. Grein 5.18 í kappingarreglunum sigur, at bara feløg kunnu kæra óreglulig viðurskifti í dystum
2. Tá HSF-umsitingin kærdi Kyndil til Team Klaksvík, fór hon út um sínar heimildir
3. Handlingin hjá umsitingini eigur at verða ógildað og tískil alt kærumálið, eisini úrskurðurin hjá Aganevndini. Í mesta lagi kann bót koma upp á tal
4. Ólógligur spælari spældi ímóti Kyndli í 1. deild á Skála 4. oktober, men Kyndil fekk onga fráboðan frá HSF um hetta
5. Tøgnin í tí málinum prógvar, at grovur ólíkarættur er framdur, og at umsitingin fremur tilvildarligt eftirlit
6. Feløgini eiga í skundi at verða kallað saman at viðgera og samtykkja, hvørjum meginreglum umsitingin skal virka eftir
7. Málið hevur serligan skund, tí í løtuni ber ikki til at hava álit á tí háttinum, sum fyrisitið verður eftir í HSF
8. Siðvenja hevur verið, at misskiljingar kunnu rættast hjá HSF, men fráboðað er ikki undan kappingini, at siðvenjan er broytt
9. Úrslitið 32-18 í dysti A101 millum Kyndil og Team Klaksvík eigur at verða standandi, tí kæruhandlingin hjá HSF var ólóglig sambært grein 5.18
10. HSF-umsitingin verður dømd ógegnig í málinum og skal á ongan hátt kunna ávirka tað, tí hon er mótpartur okkara

Ískoyti um meginreglur í HSF
Í sambandi við Evropa Cup-luttøkuna hjá kyndilskvinnum í oktober søkti Kyndil í summar HSF um fíggjarligan stuðul til luttøkuna, men svarið var noktandi, og grundgevingin hjá starvsnevndini var hendan:

“Skal HSF játta tílíkan stuðul, skal hetta vera eftir einum heilt greiðum leisti, sum feløgini eru kunnað um, áðrenn heimliga kappingin byrjar. Starvsnevndin metir ikki, tað er rætt at veita fíggjarligan stuðul til eittans felag uttan at bjóða tað út til hini.”

Starvsnevndin hevur sostatt longu knæsett ta meginreglu innan HSF, at farast kann ikki undir nýggjar umsitingarligar mannagongdir í einum kappingarári, og hetta eigur tí eisini at vera galdandi í kærumálum.

Aftur