19-11-2014 |

Tveir søtir sigrar í kvøld

Menninir vunnu 21-19 á H71 í høllini á Hálsi í kvøld, og kvinnurnar vunnu 29-10 á Stjørnuni. Tveir fínir sigrar, sum gera greitt, hvagar bæði tey grønu liðini vilja - í FM-finalur. Menninir tóku broddin av H71 frá fyrstu løtuni, og beinanvegin var 5-1 til heimaliðið. Hesa leiðslu vann H71 ongantíð innaftur, serliga tí kyndilsverjan við Hans Arna Thomsen og Frank Askildsen á odda var krútsterk. Fleiri vóru eisini treystir í álopinum, m.a. David Edvardsen, Bjarni Sørensen, Rógvi Dal Christiansen, Høgni Klein Olsen og Frank Askildsen. Kvinnurnar vunnu lættliga á Stjørnuni, og serliga Turið Arge Samuelsen við 10 málum og Anna Sofía Hjalt Mohr við seks málum vóru eyðsýndar. Sigurin kundi lættliga verið størri, um einir 8-10 málmøguleikar ikki eisini vórðu brendir. Samanumtikið tó ein góður og sannførandi sigur eisini hjá kvinnunum. Tann 30. november fara vit øll at heilsa upp á VÍF í Vestmanna

Aftur