12-11-2014 |

Eitt gott kvøld á Hálsi

Bæði menn og kvinnur vunnu sínar dystir á Hálsi í kvøld ímóti StÍF. Kvinnurnar vunnu trygt 25-18. Dysturin var ein av teimum róligu, tí ivi var ongantíð um úrslitið. Bára K. Hansen skeyt seks mál, Turið Arge Samuelsen fimm, Ásleyg Súnadóttir og Randi Wardum fýra, Anna Sofía Hjalt Mohr trý, Anna Brimnes tvey og Bjarta Johansen eitt. Menninir vóru á odda 11-10 í hálvleikinum, men komu afturum við tveimum málum í seinna hálvleiki, tá 42 minuttir vóru farnir. Men so skoraði StÍF ikki í 13 minuttir, og tá góðir tríggir minuttir vóru eftir, var støðan 21-17 til Kyndil. Síðstu løtuna hálaði StÍF seg upp á 21-20, men eitt yvirtraðkk hjá strandingum í síðsta álopinum tryggjaði Kyndli triðja sigurin á rað. Hjalti Bachmann var eyðsýndur í seinna hálvleiki við góðum høggum eins og David Edvardsen og Birgir Poulsen. Mladen stóð sum altíð væl í málinum. Bæði menn og kvinnur eru væl við í kappingini um at koma í FM-finalur, og sunnudagin er Neistin á skránni

Aftur