11-11-2014 |

Jóannes fyllir 75 í dag

Í dag 11. november fyllir Jóannes Dalsgarð 75 ár. Jóannes hevur verið av trúgvastu kyndilsfólkum síðan stovnanina. Hann spældi við besta mansliðnum í 13 ár og hevur verið formaður í felagnum í trimum umførum. Framvegis er hann fastur stuðul í høllini saman við Guðruni, Natta og øðrum drúgvum og trúgvum kyndilsfólkum til dystir hjá felagnum

Hann er kyndilsmaður um ein háls, og hann fegnast sum ein unglingi, tá kyndilsliðini vinna. Fá eru so íðin kyndilsfólk sum Jóannes Dalsgarð, og í dag fyllir hann hálvrunt - 75 ár. 

Kyndil varð stovnað 10. mars í 1956, og Jóannes legði til brots á besta mansliðnum í 1960. Har spældi hann til 1973. Hann fekk ofta mál í sambandi við skjótálop, og okkurt skifti í 60'unum tænti hann eisini sum málmaður á liðnum.

Í kyndilsbókini "Bjartur lýsir kyndilslogin" lesa vit, at Jóannes kom ungur í Losjuna, har Kyndil varð stovnað, og haðani kom hann í felagið. Ongin ivi er um, at Jóannes hevur verið av arbeiðssamastu fólkum í felagnum yvirhøvur.

Hann gjørdist longu formaður í Kyndli frá 1970 til 1971. Aftur í 1974 varð hann formaður og sat til 1979. Í 1980 og 1981 var hann vanligur nevndarlimur. Í 2002 tók hann enn eitt tak í formanssessinum og sat til 50 ára dagin í 2006.

Har Jóannes rokast, henda altíð framstig, og í sambandi við 50 ára dagin vórðu bæði bók og fløga givin út, og stór føðingardagsveitsla var í HB-húsinum. Bókin hjá Súna Merkistein og fløgan, har ymisk sungu og spældu, eru í dag varðar í stoltu kyndilssøguni.

Blíða lyndið hjá Jóannesi og treytaleysi stuðul hansara eru virðismikil íblástur hjá øllum okkum, sum í dag eru virkin í Kyndli, og øll vit í felagnum ynskja tær, Jóannesi, hjartaliga til lukku við degnum!

Nevndin í Kyndli

Á myndini síggjast Jóannes og Natte til FM-finalu millum kvinnuliðini hjá Kyndli og Neistanum í 2013

Aftur