09-11-2014 |

Kyndilsliðini drivu á í Vági

Trý kyndilslið vóru ein góðan túr í Vági í dag, har fleiri trúgvir áskoðarar vóru við. Ikki gekst heilt eftir vild hjá besta kvinnuliðnum. Eftir 9-14 í hálvleikinum bardu kvinnurnar seg upp á 18-18, tá 10 minuttir vóru eftir. Tá kundi dysturin farið báðar vegir, men alt ov nógvir brendir málmøguleikar í avgerandi løtum høvdu við sær, at VB slapp við skrekkinum og at enda vann 25-20. 1. lið spældi aftaná og vísti nógv gott spæl, men tapti tepurt. Allarfyrst í dag spældu gentur 14. Tær vunnu 13-10 á VB. Her eru tær avmyndaðar í VB-høllini beint eftir dystin. Mikukvøldið spæla besta kvinnuliðið og besta mansliðið á Hálsi ímóti StÍF. Tá stuðla vit aftur alt tað, vit eru ment!

Aftur