23-10-2014 |

Trý stórnøvn gera seg til reiðar

Flamma, Jens Marni og Jógvan Hansen eru hesa vikuna í venjingarhølum í Havn og fyrireika seg til stóra disco og rock-kvøldið Musical Dance Night, sum verður í høllini á Hálsi leygarkvøldið

Tey trý stórnøvnini venja hitt frá sangleikum, filmum og kendum LP-plátum frá 1975 til 1983. Talan er bæði um disco-klassikarar sum Grease og Saturday Night Fever og rockperlur frá Journey, Rainbow og ELO.

Flamma fer at leggja tónleikaliga grundarlagið undir Musical Dance Night. Oddakvinnur í orkumikla og festliga bólkinum eru Malan Eyðunsdóttir, Laila Carlssen og Ann Chanett Danielsen.

Jens Marni og Jógvan Hansen fara í fleiri førum at syngja saman við teimum trimum, og m.a. eru forkunnugar duettir á skránni. Venjingarnar hava gingið væl, siga bæði sangarar og tónleikarar, og vant verður aftur hóskvøldið.

Musical Dance Night verður í høllini á Hálsi kl. 23.00 nú leygarkvøldið. Høllin verður litrík og innbjóðandi, og tónleikararnir hava bílagt ein serligan pall, so showið kann gerast heilt serligt. DJ Drewsen heldur futtinum uppi í steðgunum.

Musical Dance Night var eisini í fjør, og tá vóru 800 fólk í høllini. Tiltakið fekk bestu viðmæli, og tí hevur Kyndil gjørt av at skipa fyri tiltakinum aftur í ár. Myndirnar vórðu tiknar undir venjing mikukvøldið.

Aftur