22-10-2014 |

Hetta kvøldið átti VÍF

Kvinnurnar hjá Kyndli høvdu ikki neyðugu orkuna at koppa VÍF í kvøld og taptu tepurt 25-24. Óskiljandi var, at tær skuldu spæla longu í kvøld eftir tveir harðar Evropa Cup-dystir leygardagin og sunnudagin, men soleiðis hevur so mangt verið óforstáiligt í sambandi við Evropa Cup-luttøkuna, tí VB og Neistin spældu heilt suðuri í Vági, meðan seinni dysturin var sunnudagin, og menninir hjá H71 vórðu við sínum áskoðarum sendir til Kolllafjarðar. Tað var stak harmiligt, nú eitt felag bjóðaði seg fram vegna føroyskan hondbólt á altjóða pallinum. Menninir hjá Kyndli mistu heilt takið ímóti VÍF frá byrjan í seinna hálvleiki í kvøld. Vestmenningar drivu á og vunnu trygt 27-21. Bjarni Sørensen, Hjalti Bachman og Rógvi Dal Christiansen vóru tó eyðsýndir hjá Kyndli, serliga Bjarni, sum við einum suverenum stríðsvilja bumbaði níggju bóltar í kassan. Spældu allir sum hann, tapti Kyndil ikki. Til lukku við báðum sigrunum, VÍF! Næstu ferð verður betri hjá okkum grønu.

Aftur