20-10-2014 |

Kyndilskvinnur skrivaðu søgu

Fyri fyrstu ferð síðan stovnanina í 1956 spældu kyndilskvinnur í evropeiskari kapping leygardagin, og sunnudagin vunnu tær sín fyrsta Evropa Cup-sigur, tá tær koppaðu Femina Visé úr Belgia 21-20. Avrikið sunnudagin var nógv betri enn leygardagin, tá Femina Visé vann 22-15. Nervarnir vórðu tveittir fyri borð, og nærlagni og stríðsvilji vórðu sett í hásæti. Úrslit: Kyndil legði ein kapittul aftrat síni stoltu søgu, og hópur, nevnd og hjálparfólk fóru í sjeynda himli til móttøku á Reinsarínum saman við belgiska ferðalagnum og umboðum fyri Tórshavnar kommunu

Vónbrotið var stórt, tá fyrri dysturin var av leygardagin, og Femina Visé hevði vunnið við sjey málum. Munurin var óneyðuga stórur, og eyðsýnt var, at kyndilsliðið spældi verri, enn tað plagar.

Hví so illa gekst fyrra dystin, er ilt at siga, men ein orsøk var, at Femina Visé var eitt heldur betri lið, serliga tí belgisku spælararnir vóru sterkari og fótafimari. Men kyndilskvinnur vóru eisini alt ov spentar í fyrra dystinum.

Spenningurin hevði við sær, at tær gjørdu ein hóp av tekniskum villum, sum tær ikki plaga at gera. Villurnar vóru heili 30 í tali. Tískil skoraðu tær bara 15 mál og brúktu nógva óneyðuga orku, men Femina Visé skoraði hóast alt bara 22 mál leygardagin.

Hetta gav sunnudagin eina vón um, at fingu kyndilskvinnur sítt spæl at hanga betur saman, kundu tær hótta belgiska liðið. Undan dystinum varð tí avtalað, at nú skuldi Kyndil taka annað skinn um bak og fáa spælið aftur á beint. 

Hetta eydnaðist sera væl - at enda. Hálvleiksstøðan í seinna dystinum var 11-8, og tá tveir minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, var støðan 13-8 til Femina Visé. Hetta var sama støða sum í hálvleikinum í fyrra dystinum.

Hesa løtuna tóktist søgan at endurtaka seg - kyndilskvinnur fóru at gerast ov stuttar. Men so noktaðu tær brádliga at yvirgeva seg og herjaðu á. Brátt var støðan 15-15, og so tevjaðu bæði spælarar og áskoðarar stig. Endin varð, at søguligi sigurin kom í hús - 21-20.

Allar á liðnum vóru góðar sunnudagin. Tomma var líka góð í málinum sum í fyrra dystinum, og tá Røskva kom á vøllin, hevði hon tríggjar klassabjargingar, ið høvdu avgerandi týdning í fyrra hálvleiki.  

Anna, Turið, Bjarta, Bára, Ásleyg og Anna Sofía tóku avgerandi stig, sum góvu mál, útvísingar ella brotskøst, og Marianna vísti við góðum fintum og málum, at framtíðin gerst alsamt grønari. Randi við sínum royndum var aftur sera týdningarmikil, og Gudrun og Jórun stríddust væl.

Høvdini hingu eftir stóra tapið leygardagin, men eftir sigurin í seinna dystinum sunnudagin endaði Evropa Cup-upplivingin hjá Kyndli á hesum sinni sum eitt gott ævintýr: Vit koppaðu einum evropeiskum liði, tá fólk minst væntaðu tað!

Evropa Cup-vikuskiftið var eisini ein felagssigur í aðrar mátar. Tá belgiska ferðalagið kom í Vágar fríggjakvøldið, tóku umboð fyri Kyndil ímóti og fingu ferðalagið upp á pláss á spildurnýggja Hotel Havn í Dr. Jacobsensgøtu.

Leygardagin og sunnudagin gjørdu fleiri av mammunum hjá kyndilsspælarunum belgiska ferðalagnum døgurða í Posthúskjallaranum, sum Tórshavnar kommuna var so beinasom at læna Kyndli alt vikuskiftið.

Tá belgisku spælararnir skuldu koyrast av hotellinum niðan í høllina Hálsi til venjing og dystir, syrgdu fleiri av pápunum hjá kyndilskvinnum fyri flutninginum við privatbilum. Tað riggaði upp á stás.

Etið varð eisini eina ferð í Bowlinghøllini, og sunnukvøldið eftir seinna dystin var móttøka í Reinsarínum, har kommunan var vertur fyri einum løttum døgurða, og Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini, helt røðu.

Uni Arge, formaður í Kyndli, helt eisini røðu, har hann takkaði belgiska ferðalagnum fyri tveir góðar dystir og fegnaðist um søguliga sigurin, og formaðurin í Femina Visé, ið m.a. hevur sitið 24 ár í belgiska tjóðartinginum, takkaði av heilum hjarta fyri uppihaldið í Føroyum.

Uni Debess kom síðan á pallin og sang fýra frálíkar sangir, og øll klappaðu við. Andreas F. Hansen, venjari hjá kyndilskvinnum, takkaði síðan fyri dystirnar á fronskum, og so var kvøldið av: Femina Visé var komið víðari, og kyndilskvinnur høvdu vunnið sín fyrsta Evropa Cup-sigur nakrantíð.

Øll vóru fegin, og í næsta umfari spælir Femina Visé ímóti einum liði úr Turkalandi. Dómararnir úr Svøríki, teir 25 ára gomlu tvíburðarnir, Safia og Maria Bennani, fingu við vitjanini sínar fyrstu vaksnamannadystir í evropeiskari kapping, og ernar vóru tær av tí.

Dómaraeygleiðarin, danin Jørn Møller Nielsen, var væl nøgdur við dømingina og vikuskftið sum heild og segði eftir samkomuna á Reinsarínum: "Dét her var langt over niveau!"









Aftur