19-10-2014 |

Kyndilskvinnur taptu fyrra dystin

Tað sá gott út, tá støðan var 7-5 til Kyndil í fyrra hálvleiki, men so fór Femina Vise framum heili 13-8, og so gjørdist mótbrekkan brøtt í seinna hálvleiki. Endaliga úrslitið gjørdist 22-15 til Femina Vise, sum er í lagi, tá hugsað verður um verjuspælið og serliga málmansspælið, ið var avbera gott, men alt ov nógvar villur í álopsspælinum høvdu við sær, at ov fá mál vórðu skotin, og tí gjørdist Kyndil ikki ein verulig hóttan í fyrra EHF-dystinum. Men hetta kann broytast í seinna dystinum sunnudagin kl. 17.00! Drívið á, allar samlar!

Aftur