14-10-2014 |

Kyndilskvinnur í EHF Cup um vikuskiftið

Leygardagin 18. oktober og sunnudagin 19. oktober verða tveir søguligir dystir spældir í høllini á Hálsi. Tá fara kvinnurnar hjá Kyndli á fyrsta sinni at spæla í evropeiskari hondbóltskapping. Dystirnir verða ímóti belgiska liðnum, Femina Vise

Kyndilskvinnur vunnu bæði FM-heitið og steypakappingina farna kappingarár, og í summar gjørdi Kyndil av at tekna kvinnurnar til EHF Cup. Í juli var lutakastið, og tað lagaði seg soleiðis, at Femina Vise gjørdist mótstøðuliðið.

Belgiska liðið hevur í fleiri ár verið við í evropeiskum kappingum, ikki minst tí væl liggur fyri hjá liðum á meginlandinum at vera við fyri ein bíligan penga. Femina Vise er oftast komið í 2. umfar, men onkuntíð í 3. umfar.

Eftir ætlanini kemur belgiski hópurin til Føroya fríggjadagin og býr á hotelli í Havn. Spælararnir fáa tó úr at gera, tí teir skulu spæla fyrra dystin leygardagin kl. 17.00 og seinna dystin sunnudagin kl. 17.00. Báðir verða á Hálsi.

Kyndil teknaði kvinnuliðið til EHF Cup fyri at geva kvinnunum avbjóðingar og vekja áhuga í Føroyum fyri altjóða hondbólti. Atgongumerki til báðar dystirnar kann keypast við dyrnar leygardagin fyri 150 kr. ella 100 kr. fyri hvønn dystin.

Aftur