09-10-2014 |

Kvinnurnar vunnu 30-26 á Neistanum

Framtíðin er grøn, hevur slagorðið hjá Kyndli verið í fimm ár, og hetta gekk sjón fyri søgn í dystinum millum bestu kvinnuliðini hjá Kyndli og Neistanum í kvøld

Hvør einasti útispælari á kyndilsliðnum í løtuni er uppvaksin í Kyndli, og so væl komu kvinnurnar frá dystinum, at tað var hugtakandi.

Frá fyrsta minutti vardu tær frammarlaga, og hetta gekk avbera væl. Tær vóru kvikari og sterkari enn neistakvinnur, sum høvdu sera ilt við at sleppa ígjøgnum verjuna. Hálvleiksstøðan var 13-9 til Kyndil.

Álopsspælið hjá Kyndli var líka gott sum verjuspælið. Anna Brimnes fær framvegis ikki spælt vegna skaða, men hinar tóku sanniliga ábyrgd og skutu ikki færri enn 30 mál.

Randi Wardum skeyt níggju. Bjarta Johansen og Bára K. Hansen skutu fimm hvør, og Turið Arge Samuelsen og Gudrun Restorff Olsen skutu fýra hvør. Ásleyg Súnadóttir skeyt trý.

Betur kundi málskjótingin illa verið býtt millum hesar nærløgdu kvinnurnar, sum als ikki smæðast burtur á vøllinum. Tvørturímóti spæla tær bæði skjótt og avbjóðandi við stórum sjálvsáliti.

Gudrun Restorff Olsen, sum telist millum tær yngstu av teimum ungu á liðnum, tók stóra ábyrgd í bæði verju og álopi í kvøld og skeyt fleiri góð mál. Hon er enn eitt spennandi talent á veg frameftir.

Turið spældi á bakkinum og fekk aftrat sínum fýra málum 3-4 neistakvinnur útvístar, og Bára skoraði væl mitt fyri. Bjarta stríddist sum altíð væl á strikuni, og Randi spældi sær í álopinum.

Tomma Petersen stóð eins og hinar dystirnar í ár væl í málinum, og Anna Sofía Hjalt Mohr og Ásleyg tóku sær trygt av vongplássunum. Stutt sagt var Kyndil bara betri, og framtíðin er av sonnum grøn.

Menninir spældu javnt
Menninir spældu javnt 18-18 ímóti Neistanum eftir 9-8 í hálvleikinum. Úrslitið var óvæntað, tí Kyndil hevur verið flúgvandi frá kappingarbyrjan og skotið ein hóp av málum, meðan Neistin seinast tapti stórt ímóti VÍF.

Í hesum dystinum riggaði álopsspælið illa, tó at serliga Bjarni Sørensen og Rune Olsen díktu á. Stóru skjúttarnir skoraðu lítið, hóast teir royndu, og álopsspælið var stirvið og gekk nógv seinni enn undanfarnar dystir.

Verjan var góð, og Mladen var einastandandi, serliga í fyrra hálvleiki, men skal ein dystur vinnast, má ferð setast á spælið, og hungurin eftir at vinna má vera størri á liðnum enn ímóti Neistanum.

Skjótt er at tveita stig burtur av ósketni og við skeivari løðing, men leygardagin stendur H71 fyri tørni, og tá fáa kyndilsmenn eitt gott høvi at finna tað góða og sannførandi spælið framaftur. 

Aftur