28-09-2014 |

Javnleikur og stórsigur á Hálsi

Bestu kyndilsliðini komu væl frá byrjan á Hálsi í dag. Kvinnurnar kundu havt vunnið á VB hóast mótgongd í seinna hálvleiki, men fingu javnleik 22-22. Menninir vundu burtur úr Team Klaksvík og vunnu 32-18

Kvinnurnar
Kyndilskvinnur eru ungar, kvikar og orkumiklar, og hesar dygdirnar dúva venjararnir uppá í ár. Í dystinum í dag gekk sera javnt á allan fyrra hálvleik, og hálvleiksstøðan var 12-12. Anna Brimnes var í essinum og skeyt 10 mál í dystinum.

Tá støðan var 16-15 til VB í seinna hálvleiki, og 12-13 minuttir vóru spældir, setti Anna fótin skeivt niður á gólvið og mátti av vøllinum við ísposa um fótliðin. Hetta var ein dyggur smeitur fyri Kyndil, og løtu seinni var VB á odda 18-15. Tá sá svart út.

Men tá Anna var farin út, tóku aðrar ábyrgd. Turið Arge Samuelsen fór inn á bakkin og bjóðaði støðugt VB-verjuni av. Tríggjar ferðir á rað tóku VB-kvinnurnar hana so harðliga, at tær vórðu útvístar – eina ferð við beinleiðis reyðum korti.

Hetta gav Kyndli pláss at koma innaftur í dystin, og serliga Ásleyg Súnadóttir gjørdist eyðsýnd við fýra málum. Gudrun Restorff Olsen smekkaði ein bólt í málið tveir minuttir fyri leiklok, og tá var Kyndil á sigurskós.

Endin gjørdist tó, at VB kom afturíaftur, so dysturin endaði 22-22. Úrslitið var rættvíst, tí VB var væl við allan dystin. Fyri 2-3 árum síðan hevði Kyndil helst ikki strítt seg innaftur í dystin, men nú eru kvinnurnar búnir greipuvinnarar. Tað munar væl í mótgongd.

Málskjúttar: Anna 10, Ásleyg 4, Anna Sofía 2, Turið 2, Randi 2, Bára 1 og Gudrun 1

Menninir
Team Klaksvík kom á vøllin við einum liði, sum tóktist at vera øgiliga sterkt, ikki minst tí nógvir spælarar á liðnum eru hávaksnir og skotsterkir. Málmaðurin er eisini góðar tveir metrar høgur, so nógv bendi á ein javnan dyst ímóti kyndilsmonnum.

Byrjanin var eisini jøvn, og støðan var 8-7 eina løtu í fyrra hálvleiki, men so dró Kyndil spakuliga frá Team Klaksvík, og hálvleiksstøðan var 14-11. Í seinna hálvleiki kom verulig ferð á kyndilsmenn, og Mladen stongdi fullkomiliga málið.

Brátt vóru 8-10 mál á muni, og so væl riggaði breiddin á liðnum, at Finnur Hansson og Bjarni Sørensen sótu meginapartin av seinna hálvleiki á bonkinum. David Edvardsen og Hørður Fannar Sigtórsson hugnaðu sær í álopinum, og teir yngru tóku allir ábyrgd.

Andreas Sólsker, Hjalti Bachmann, Høgni Klein Olsen, Frank Askildsen, Julian Johansen, Ludvík Súnason og Rune Olsen eru sera dugnaligir á hvør sín hátt, og allir spældu væl í dag. Tá Mladen hevði gjørt sítt, kom Jan Pauli Johannesen í málið, og hann stórbjargaði eisini.

Avrikið hjá kyndilsmonnum var sannførandi, og sjónligt er, at liðið er væl samanspælt. Mladen er uttan iva besti málverji í landinum, og viðhvørt tykjast skjúttar at ræðast hann. Verjan er eisini sera stinn. Nú fæst at síggja, hvussu gongst næsta dyst ímóti StíF.

Málskjúttar: David 7, Hørður 6, Bjarni 3, Andreas 3, Frank 2, Finnur 2, Hjalti 2, Ludvík 2, Josef 2, Julian 1, Høgni 1 og Rune 1


Aftur