04-09-2014 |

Atgongumerkini til Musical Dance Night fáast nú

Nú fáast atgongumerkini til Musical Dance Night á Hálsi 25. oktober við Flammu, Jens Marna, Jógvani Hansen og DJ Drewsen til keyps á Kunningarstovuni í Havn

Lagt er upp til Føroya størsta disco og rock brak, tá dansikvøldið byrjar. Í fjør vóru ikki færri enn 800-900 fólk til tiltakið, sum tá eisini var á Hálsi.

Flamma er ein av orkumiklastu bólkunum, sum hevur spælt í Føroyum, og Jens Marni og Jógvan Hansen teljast millum virknastu og bestu sangararnar.

DJ Drewsen hevur tónleikaligt innlit sum fáur, og tá hann trein á pall við sínum væl valdu plátum í fjør, kókaði høllin, so nógv er at gleða seg til.

Verður tað ikki Grease, so verður tað Rainbow. Verður tað ikki Fame, so verður tað Journey. Og verður tað ikki Saturday Night Fever, verður tað kanska ELO.

Atgongumerkini, sum nú fáast á Kunningarstovuni í Havn, kosta 250 kr. Tey fara eisini at verða fáa á Kunningarstovuni í Klaksvík og Runavík um fáar dagar.

Aftur