21-09-2016 |

Vunnu fyrsta dystin

Kvinnurnar spældu fyrsta dystin í Hvonn-deildini í hesum kappingarárinum leygardagin

Í vikuskiftinum byrjaði kappingarárið í hondbólti fyri 2016/17. Kyndilskvinnur leiktu sunnudagin í Klaksvík móti Stjørnuni. Eftir at hava mist tveir profilar á liðnum var spennandi at síggja hvussu tað skuldi gangast í fyrsta dystinum. Og vit kunna bara staðfesta, at tað gekk heilt væl, tí endin var , at kvinnurnar vunnu við 29-18. Anna A. Brimnes var toppskjútti við 11 málum.

 

At byrja við gekk heldur trupult, tí eftir 10 min. var støðan 2-2. Men næstu 10 minuttirnar var Anna A. Brimnes munurin tí hon fekk fimm mál og støðan var nú 9-5 til Kyndil. Okkara kvinnur øktu spakuliga um munin síðstu løtuna av fyrra hálvleiki. Hálvleiksstøðan var 15-9 til okkara. Anna hevði tá skora 8 mál.

 

Í seinna hálvleiki gekk javnt fyrstu fimm minuttirnar tá støðan var 17-11. Næstu 15 minuttirnar slerdu kvinnurnar sigurin fastan, tí eftir 21 minuttir av seinna hálvleiki var støðan 26-13. Eftir tað tóku tær fótin av spitaranum, so Stjørnan vann tvey mál innaftur so endaliga støðan gjørdist 29-18.

 

Liðið: Maja, Anja 4, Guðrið, Bára 2, Ásleyg 1, Bjarta 5, Gudrun 1, Anna 11, Súna 3, Hanna 1, Vár, Lea, Marin 1.

Aftur