21-09-2016 |

Fyrsti heimadysturin í kappingarárinum

Í kvøld kl. 20 spæla mennirnir fyrsta heimadystin í hesum kappingarárinum og er hann móti KÍF

Í fjør var okkara besta manslið akkurát ov stutt til eitt finalupláss. Orsøkin var, at liðið ikki var klárt frá byrjan og misti ov nógv stig at byrja við.Í kvøld byrjar eitt nýtt kappingarár við einum heimadysti móti KÍF.

 

Vónirnar til eitt, ella tvey, finalupláss til okkara manslið er heilt avgjørt til staðar, men til tað krevst, at mennirnir eru klárir frá byrjan. Í fjør var forkláringin helst, at tað var eitt nýtt venjaratoymi, sum skuldi spæla ein nýggjan stíl, sum tók eitt sindur av tíð at spæla inn. Tað sæst millum annað aftur í, at tá liðið var tað besta í mansdeildini í síðstu 18 dystunum. Í ár er hópurin stórt sæð tann sami sum í fjør við eini broyting á høgra bakki. Finnur Hansson er farin til Klaksvíkar, meðan Bjarni Sørensen heldur ein steðg vegna ein skaða í økslini. Í staðin fyri er Tummas Pauli Hanusarson komin. Harafturat eru fleiri ungir mans komnir í hópin. Okkara menn hava størsta hópin á manssíðuni í ár, og eru tað góðir leikarar á øllum plássum og á fleiri plássum eru tað fleiri góðir leikarar.

 

KÍF spældi fyrsta dystin longu leygarkvøldið tá teir á heimavølli tóku ímóti StÍF. StÍF var á odda stórt sæð allan dystin, men at enda vann KÍF 26-25 við málið í síðstu sekundunum. KÍF hevur ein øgiliga smalan hópan, sum okkara vónandi útnytta. Men hinvegin eru tað sera evnarikir leikarar, sum eru á liðnum hjá kollfirðingum,

 

Men fyri at liðið skal kunna røkka eini FM-finalu og vónandi vinna eina slíka er neyðugt við stuðlið frá áskoðarunum. Tí møta vit vónandi fjølment upp til dystin í kvøld, sum verður í høllini á Hálsi kl. 20.

 

FRAMTÍÐIN ER GRØN

Aftur