11-08-2014 |

Kyndil sett allar venjarar til kappingarárið

Skjótt verður farið undir venjingarnar hjá yngru liðunum til kappingarárið í hondbólti 2014/1015, og Kyndil hevur eins og undanfarin ár sett eitt stórt lið av venjarum at leggja spælarunum lag á

Øll, sum verða venjarar í ungdómsdeildini, hava spælt hondbólt ella vant ungfólk fyrr. Kyndil hevur í ár lið í bestu deildunum hjá monnum og kvinnum, 2. deild kvinnum og dreingjum 18, 16, 14, 12, 10 og 8 og gentum 17, 14, 12, 10 og 8.

Venjarar hjá besta mansliðnum í ár verða aftur Geir Wardum, Hjalmar Klein Olsen og Finnur Hansson, og venjarar hjá besta kvinnuliðnum verða Andreas F. Hansen og Sophus Dal Christiansen, sum eisini vandu kvinnurnar farna kappingarár.

Hesi verða venjarar hjá Kyndli hetta kappingarárið:

Dreingir og gentur 8: Geir Wardum, Birgir Sondum, Ussa K. Hansen og Sophus Dal Christiansen

Dreingir 10:
Hanus Jensen og Ólavur Brimnes
Dreingir 12: Bárður Johannesen, Harald Bjørgvin og Uni Wardum
Dreingir 14: Hanus Kúrberg og Frank Askildsen
Dreingir 16: Hjalmar Klein Olsen og Julian Johansen
Dreingir 18: Hjalmar Klein Olsen og Julian Johansen
1. deild: Geir Wardum, Finnur Hansson og Hjalmar Klein Olsen
Atlantic Airways-deildin: Geir Wardum, Finnur Hansson og Hjalmar Klein Olsen

Gentur 10: Ken Zachariassen, Bárður Høghamar og Erlendur Johannesen
Gentur 12: Bára K. Hansen og Ásleyg Súnadóttir
Gentur 14: Oyvindur Brimnes, Andreas F. Hansen og Ussa K. Hansen
Gentur 17: Birgir Poulsen og Christoffur Gert Nielsen
2. deild: Ussa K. Hansen
1. deild: Andreas F. Hansen og Sophus Dal Christansen
Elektron-deildin: Andreas F. Hansen og Sophus Dal Christiansen


Aftur