10-08-2014 |

Kyndil spælir Evropa Cup-dystir í Føroyum

Kyndilskvinnur verða við í EHF Cup hetta kappingarárið og skulu í 1. umfari spæla ímóti belgiska liðnum Femina Vise. Nú er greitt, at báðir dystirnir verða í Føroyum í oktober

Kyndil hevur ikki verið í Evropa Cup-kappingum síðan 1992, tá mansliðið spældi ímóti FH úr Íslandi, men í ár hevur felagið gjørt av at royna seg á altjóða pallinum aftur.

Lutakast var til EHF Cup 22. juli, og síðan tá hava Kyndil og Femina Vise samskift um, hvussu báðir dystirnir skuldu avgreiðast. Nú er so gjørt av, at teir verða spældir í Føroyum leygardagin 18. oktober og sunnudagin 19. oktober.

Málið hjá Kyndli var at fáa dystirnar til Føroya fyri at vekja áhugan fyri altjóða hondbólti, og felagið fegnast um, at hetta nú hevur eydnast. Ferð er longu sett á venjingarnar til stóra altjóða vikuskiftið hjá kyndilskvinnum í oktober. 

Aftur