29-07-2014 |

Vestmenningar vunnu

Ólavsøkudysturin millum Kyndil og VÍF var spennandi sum altíð. Hálvleiksstøðan var 12-11 til VÍF, og eina løtu var støðan 20-13 til vestmenningar. Men so settu kyndilsmenn ferð á og komu heilt upp á 21-20. Spurningurin var tá, um dysturin skuldi detta grøna vegin, men so varð ikki. Vestmenningar vunnu 23-21. Nógv fólk var í høllini, og lagið var gott. Aftur í ár var tað ein fragd at hava vestmenningar á vitjan á ólavsøku, og Kyndil ynskir VÍF til lukku við sigrinum. Old boysarnir hjá Kyndli vunnu annars við trimum málum, og hetta fegnaðust teir almikið um!

Aftur