21-07-2014 |

Nú nærkast strandarhondbólturin

Sandagerð er í ár karmur um strandarhondbóltin, sum skipað hevur verið fyri fleiri ferðir farnu árini. Kyndilsmenn hava tikið stig til kappingina hesaferð, og alt bendir á, at talan verður bæði um ein spennandi og festligan dag í Sandagerði

Strandarhondbólturin í Sandagerði verður leygardagin 26. juli frá kl. 14.00 til 20.00. Kyndilsspælararnir  David Edvardsen, Finnur Hansson, Josef Abrahamsen og Bjarni Sørensen hava tikið stig til kappingina.

Kappingin verður skipað í tríggjar bólkar, ein harrabólk, ein kvinnubólk og ein blandaðan bólk. Fleiri góðar vinningar eru at veiða í kappingini. Vinnararnir verða sjálvandi heiðrarðir við hóskandi vinningum, og festligastu spæliklæðini verða eisini heiðrað.

Staffettrenning verður eisini á sandinum millum liðini, og eisini í tí sambandi verða vinningar latnir. Drekka og matsøla verða á staðnum, og øll eru vælkomin at hyggja at dystum og rennikapping í Sandagerði leygardagin, siga fyrireikararnir.  

Myndin frá EHF er frá landsdysti millum Ukraina og Spania

Aftur