26-06-2014 |

Ongin støðutakan um Gundadalshøllina enn

Aðalfundur hevur verið í Kyndli í kvøld. Frágreiðing og roknskapur fyri farna árið vórðu løgd fram og góðkend, og øll nevndin varð afturvald. Haraftrat varð Christoffur Gert Nielsen valdur í nevndina sum tiltakslimur

Virksemið í Kyndli farna kappingarár var sera stórt, og ítróttarliga rakk Kyndil hægstu tindum í bestu deildunum við trimum gullmerkjum av fýra. Hetta fegnaðist aðalfundurin um.

Til umrøðu var eisini ætlanin at útbyggja Gundadalshøllina. Enn fyriliggur ongin endalig ætlan um, hvussu hetta skal fara fram. Býráðið samtykti 22. mai í ár at fara undir at yvirtaka høllina og útbyggja hana fyri 19 mió. kr.

Kyndil, Neistin og Fleyr, sum eiga høllina, hava í felag samráðst við kommununa um, hvussu avhendingin skal fara fram, men hesar samráðingar eru ikki lidnar, og aðalfundurin tók tí ikki støðu til málið.

Semja var tó um, at sera umráðandi er, at útbyggingin í Gundadali verður framd skjótast gjørligt. Kallað verður inn til eykaaðalfund, tá málið um høllina er klárt at taka støðu til.

Á myndini niðanfyri síggjast Tórður Patursson, næstformaður, Poula Petersen, kassameistari, Uni Arge, formaður, Ussa Hansen, skrivari, og Christoffur Gert Nielsen, tiltakslimur.




Aftur