20-04-2014 |

Vunnu FM í krútharðari finalu

Eitt fantastiskt uppbyggingararbeiði, sum byrjaði í gentum 10 fyri 7-8 árum síðan og skapti stóra breidd í kyndilshópinum, hevur nú givið úrslit. Kyndilskvinnur eru bestar í Føroyum bæði í landskappingini og steypakappingini. Finalan í gjár var ein tann løgnasti dysturin í mong ár. Bara 5-4 var í hálvleikinum, og endaliga úrslitið gjørdist 14-12. Men fá mál vórðu skotin, tí báðar verjurnar vóru krútsterkar, og málverjarnir vóru í essinum. Tað var nervakríggj sum í talvi, eitt sindur sum tá mansliðini hjá Kyndli og VÍF spældu 12-12 í háspennandi avgerandi dysti í 1988. Hvørt málið taldi næstan dupult, so virðismikið var tað, og at enda koppaði dysturin - og gullið - grøna vegin



Ikki er tað sørt, at reypað hevur verið dúgliga í kyndilsleguni seinasta samdøgrið, men mong grøn hava eisini samkenslu við VÍF, sum at enda stóð eftir við ongum. So nær hjá bæði kvinnum og monnum - og so langt burturi kortini. Tað skuldi ikki verið loyvt.

Men VÍF-kvinnur komu ikki til Havnar í gjár at geva kyndilskvinnum gullið uttan svørðslag. Tær vóru topptunaðar serliga í verjuspælinum, og tá kyndilsverjan var líka góð, gjørdist úrslitið, at ferð kom ongantíð á málskjótingina.

Simona Petersen fekk harða viðferð í VÍF-verjuni. Skoraði onki mál í opnum spæli fyrstu 39 minuttirnar. Meðan VÍF bardist við Simonu, fór Anna Sofía til stroks á vonginum og skeyt fýra mál. Turið skeyt tvey og Ásleyg eitt. Bjarta og Jórun fingu eisini hvør sítt.

Hini fimm málini skeyt Simona, trý í opnum spæli og tvey upp brotskøst. Tvey tey mest avgerandi vóru málini til 11-11 og 12-11. Hetta var beint upp undir endan. Kundi hon ikki glógva allan dystin, skuldi hon glógva í avgerandi løtuni, hugsaði hon og knallaði til.

Greipusigurin hjá kyndilskvinnum er úrslit av miðvísum arbeiði í mong ár. Einar 8-9 gentur millum 18 og 20 ár vóru undir veingjabreiðinum hjá Geir Wardum øll ungdómsárini og trý ár í bestu deildini. Sveinastykkið hjá teirri samansetingini var FM-finalusigurin ímóti Neistanum í fjør.

Ongin hevði væntað, at nakað lið kundi nerta Neistan við Barbaru Brauer á odda í fjør, men brádliga traðkaðu okkara í karakter í aðru finaluni og bastu Neistanum 21-18. Tann sigurin hevði ovurstóran týdning fyri sjálvsálitið í felagnum. Kundu vit hatta, kundu vit so mangt aftrat.

Ferð varð so sett á aftur í ár við Andreasi og Sophusi sum krevjandi venjarum og Leif sum ábyrgdarmanni á bonkinum. Málið var at vinna gull. Samansetingin var so góð, sum hon kundi vera. Nógvir yngri spælarar, nakrir eldri við royndum og so tvær innkomnar, Simona og Kristina.

Serliga verjan og Kristina stóðu stinn í ár, og Simona skeyt so mong mál, sum hon plagar. Men her hendi so nógv annað. Anna Brimnes, bara 18 ár, skeyt 90 mál. Bára K. Hansen menti seg til ein tann besta spælskiparan í landinum, og Bjarta O. Johansen má vera ársins verjuspælari.

Tomma og Turið áttu børn í januar og hugdu at, meðan hópurin vann steypagull í februar. Tær tørnaðu straks til aftur og gjørdust FM-vinnarar í gjár. Uppaftur yngri spælarar, Beinta og Gudrun, spældu við fleiri dystir og verða uttan iva ein fongur í framtíðini.

Anna Sofía, Ásleyg og Annika passaðu vongplássini væl, og Guðrið kom innaftur við sínum góðu skotum. Røskva var trúføst í málinum, og so vóru tað Jórun, Anja og Randi. Heili 15 ár eru liðin, síðan Jórun gjørdist meistari í bestu deildini seinast. Nú eydnaðist tað loksins aftur!

Spælarar sum Jórun, Anja og Randi eru mentanarberar í hópinum - og levera støðug avrik. Randi spældi mest í verjuni, har hon er sterkari enn tær flestu. Jórun rokaðist í álopinum við sínum øgiliga vinnaravilja, og á sín stilla hátt skeyt Anja ein hóp av málum.

Vit kunnu ikki vera annað enn ovurfegin um avrikið í ár. Tað, sum segði mest um gullhungurin hjá hópinum, var skaðin, sum Andreas fekk á bonkinum. Gomlu hondbólts- og fótbóltsbeinini bóru ikki spenningin og ovurhugin, men sjálvandi var Leif beinanvegin klárur við ísposanum.

Tá møðin er rindað, fagnaðurin hevur lagt seg, og øll eru skaðafrí aftur, verður kósin sett ímóti næsta kappingarári. Málið verður tað sama - at vinna alt, sum vinnast kann. Kyndil takkar øllum fyri eitt gott og spennandi kappingarár. Síggjast til galla á Hálsi! Og til lukku, KÍF!
 

Aftur