19-04-2014 |

Øll niðan á Háls stuðla í dag!

Í dag kl. 16.00 verður aftur finala millum kvinnurnar hjá Kyndli og VÍF. Vit vunnu í Vestmanna 19-16, og vinna vit í dag, er landskappingin avgjørd. Heitt verður á øll kyndilsfólk um at koma at stuðla í dag! Andlitsmáling verður í kantinuni frá kl. 14.00. Kostnaður er 100 kr. fyri vaksin og 30 kr. fyri børn. Øll hava møguleika at keypa sær ein lutaseðil á 10 kr. og vinna eitt veldugt páskaregg í hálvleikinum. Koyrið á, øll somul!

Aftur