17-04-2014 |

Vunnu greiðan sigur í Vestmanna

Stígur var í álopsspælinum í nærum 20 minuttir í seinna hálvleiki, men kortini vunnu kyndilskvinnur 19-16 á VÍF í finaluni í Vestmanna í dag. Hálvleiksstøðan var 12-7 til Kyndil, eftir at tær grønu tíðliga vóru komnar framum 8-3. Í seinna hálvleiki var støðan eina løtu 14-13, men so slapp VÍF ikki nærri. Verja og málverji vóru allan dystin stak góð, men bøtast kann nógv um álopsspælið leygardagin í Havn. Bæði vanlig álop og skjótálop kundu í fleiri førum havt við sær mál, um betur varð hugt eftir, og um óneyðugar tekniskar villur ikki vórðu gjørdar. Men samanumtikið varð sigurin væl úr hondum greiddur. VÍF slapp ongantíð at spæla sítt spæl, og tað hevði størsta týdningin. Simona skeyt 10 mál, harav fimm vóru brotskøst. Bára skeyt trý. Eini 140 kyndilsfólk stuðlaðu Kyndli í fullsettu høllini. Nú herja vit øll á at stuðla aftur leygardagin!

Aftur