Kyndilskvinnur taptu 27-21 ímóti Neistanum í kvøld í fyrra hálvfinaluni í Coca Cola-kappingini, men tær spældu ein fínan dyst. Í fyrra hálvleiki vóru tær aftanfyri 8-4, men komu so afturíaftur og javnaðu til 8-8. Fyri hálvleikssteðgin fóru tær framum og vóru á odda 12-10, tá hálvleikur var. Javnt gekk á fyrstu 10 minuttirnar í seinna hálvleiki, men so dró Neistin nakað frá. Kyndil fylgdi nøkulunda við, men orkan gekk spakuliga undan at enda, og munurin gjørdist tí seks mál - heldur enn kanska trý. Okkara kvinnur vóru stak uppsettar og ídnar í dag. Áskoðararnir hava ikki verið betri hetta kappingarárið. Lív var allatíðina í. Ein kensla av vón um nakað stórt tykist búgva í fólki í løtuni. Kyndil nærkast Neistanum í bestu kvinnudeildini, og nú er at halda fram við góðu avrikunum. StÍF skal sunnudagin hava somu sannførandi mótstøðu, sum Neistin fekk í dag. Ongin má slaka, og tvey stig skulu vinnast!
NÝTT: Tomma Petersen mátti av vølli í gjár mitt í dystinum við skaða. Kanningar vísa, at handliðurin er brotin og má í gips í seks vikur. Sera, sera hamiligt hjá Tommu og Kyndli. Systir Tommu, Vivian, er júst komin í Kyndil og avloysti í málinum í gjár. Tað fer hon eisini at gera næstu dystirnar. Vælkomin í felagið, Vivian!
les meira